Mikudagin 17. juni kl. 17.00 verður prógvhandan hjá 9. flokki í fimleikahøll skúlans.
Skráin á degnum verður fylgjandi:
· Aslaug Olsen, skúlastjóri, bjóðar vælkomin.
· Tónleikaframførsla.
· Aslaug Olsen, skúlastjóri, ber fram røðu.
· Flokslærarar bera fram røðu.
· Næmingar bera fram røðu.
· Syngja ‘Her er kærleiki at finna’.
· Prógvhandan.
· Aslaug Olsen, skúlastjóri, endar løtuna.
· Syngja ‘Boðar tú til allar tjóðir’.
· Myndatøka við Finni Justinussen
· Skúlin bjóðar kaffi og køku í 9. floks stovunum í hádeildini.
Avtala er gjørd við Finnur Justinussen, um at taka myndir. Finnur tekur eina felagsmynd, stødd 20 x 30 fyri 200 kr og ein einstaklingamynd stødd 13 x 18 kann keypast afturat fyri 125 kr.
Tit bíleggja og gjalda fyri myndirnar á hesum leinki:
https://keyp.leit.fo/products/provhandan
GG! Um tit ynskja at bíleggja felags- og einstaklingamynd, mugu tit bíleggja hetta hvør sær.